Innanlands

Hoyvíkssáttmálin skal halda fram

Við 16 atkvøðum fyri og 13 atkvøðum ímóti, samtykti løgtingið at taka uppsøgnina av Hoyvíkssáttmálanum aftur

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-12-28 15:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á tingfundi í gjár samtykti løgtingið at taka uppsøgnina av Hoyvíkssáttmálanum aftur.

Hoyvíkssáttmálin er fríhandilssáttmáli, sum varð gjørdur millum Føroyar og Ísland í 2005.

Tað var í sambandi við fiskivinnunýskipanina, at undanfarna samgongan í 2017 tók avgerð um at Hoyvíkssátmálin skuldi sigast upp frá 1. januar 2020.

Sambært Kringvarpinum, var úrslitið av endaligu atkvøðugreiðsluni um afturtøku av uppsøgnini 16 fyri og 13 ímóti.

Andstøðuumboðini í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum høvdu sett fram broytingaruppskot, men undirtøka var ikki fyri hesum. Heldur ikki var undirtøka fyri einum uppskoti um at beina Hoyvíkssáttmálan aftur í nevnd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder