2025-02-28 09:41

Mikudagin 26. februar hevði HR í Føroyum aðalfund á Hotel Brandan, og í hesum sambandi varð nýggj nevnd vald.
Fýra nevndarlimir stóðu fyri vali: Rasmus Nolsøe, Sonny Joensen, Guðrun Poulsen og Beinta Wilhelm.
Rasmus Nolsøe og Sonny Joensen tóku við afturvali, meðan Guðrun Poulsen og Beinta Wilhelm valdu at takka fyri seg. Í teirra stað vórðu Rannvá Justinussen og Hanna Nónstein valdar inn í nevndina.
Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:
- Rasmus Nolsøe, formaður
- Alexandra á Dul, næstforkvinna
- Bára Gásadal, kassameistari
- Sonny Joensen, skrivari
- Andras Thomassen, nevndarlimur
- Rannvá Justinussen, nevndarlimur
- Hanna Nónstein, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald