Uttanlands

Huawei fær helst avmarkaðan leiklut í bretska 5G-netinum

USA hevur lagt trýst á fyri at fáa Bretland at úthýsa kinesiska tøknirisan.

2019-12-29 13:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Huawei fær ikki loyvi til at útflýggja útbúnað til "viðkvæmar partar" av netinum, og kann bara standa fyri 35 prosentum av samlaåa útbúnaðanum. Samstunds er greitt, at Huawei ikki sleppur til øki, har hernaðarbasar og kjarnorkuverk er.

Hetta hevur Bretland í dag avgjørt í dag, eftir at Boris Johnson hevur verið á fundi við bretska trygdarráðið. 

Støða skuldi takast til, um nógv umtalað kinesiska felagið skuldi verið partur av 5G-netinum í Bretlandi

BBC skrivar, at avgerð varð tikin um at taka Huawei partvíst við, og at Nokia, Ericsson, Samsung og ZTE (ein onnur kinesisk fyritøk) verða hinir veitararnir. 


 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder