2019-02-19 11:49
Kinesiski telerisin Huawei hevur tríggjar ferðir brotið lógina um ólógliga útlendska arbeiðsmegi í Danmark. Tríggjar ferðir hevur danska løgreglan fangað fyritøkuna í at hava brúkt ólóglig arbeiðsfólk í Danmark.
Ein av tveimum starvsfólk hjá Huawei, sum fyri stuttum varð handtikin fyri at arbeiða ólógliga í Danmark, hevði tikið lut í samráðingar við donsku telefyritøkuni TDC um framtíðar samstarv.
Í 2015 fekk Huawei bøtur á 40.000 kr. og 60.000 kr. fyri brot á lógina, og aftur eina í 2016 á 20.000 kr., skrivar TV2.
Danmark og fleiri onnur lond hava seinastu tíðina verið sera illgrunasom um at samstarva við Huawei.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald