2019-06-27 10:01
Starvsfólk í risastóru kinesisku telefyritøkuni Huawei hava samstarva við kinesiska herin í minst tíggju granskingarverkætlanum. Tað veit stóri miðilin Bloomberg at siga.
Bloomberg hevur kanna fleiri vísindalig tíðarrit og granskingar dátugrunnar, og hevur funnið fram til fleiri samstørv millum Huawei og herin.
Bloomberg vil verða við at hetta vísir, at kinesiski telerisin hevur nógv tættari bond til herin enn fyritøkan higartil hevur sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald