Uttanlands

Huawei missir atgongd til ávísar partar av Google

Nýggjar Huawei-telefonir fáa m.a. ikki atgongd til nýggju Android-stýrisskipanina

2019-05-20 09:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Google hevru avgjørt at avmarka atgongdina hjá Huawei til sínar tænastur. Avgerðin er tikin eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, í farnu viku gjørdi av, at amerikanskar fyritøkur ikki skulu brúka teleútgerð hjá Huawei.

Nýggjar Huawei-telefonir fáa ikki atgongd til nýggju Android-stýrisskipanina og eiheldur aðrar tænastur hjá Google, so sum Google Play Store, YouTube og Gmail.

Orsøkin til avgerðina hjá Donald Trump er, at amerikanski forsetin metir, at fíggindar hjá USA hava atgongd til innanhýsis samskifti í USA. Huawei arbeiðir við eini loysn til teir brúkarar, sum eru raktir av broytingunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder