Risastóra kinesiska telefyritøkan Huawei hevur nú biðið ein amerikanskan dómstól um at ógilda bannið móti vørunum hjá fyritøkuni.
Huawei hevur reist rættarmál móti lógini, sum USA setti í gildi í mars, ið bannar amerikanskum stovnum at keypa el-tøkni frá Huawei.
Kinesiska fyritøkan heldur ikki, at amerikanska kongressin hevur megnað at leggja fram prógv fyri, at Huawei er ein hóttan móti amerikansku tjóðartrygdini.
Tað sigur sakførarin, Song Liuping, ið førir sakarmálið fyri Huawei í einum tíðindaskrivi sambært AFP tíðindastovuni.
Umframt bannið hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, eisini ætlanir um at seta Huawei á svartalista. Tað merkir eitt altumfatandi bann móti at handla við kinesisku fyritøkuna. Tað máli er tó útsett í 90 dagar, skrivar Ritzau.
Bretska blaðið, Financial Times, hevur fyrr skrivað, at Huawei eins og aðrar stórar kinesiskar fyritøkur, hevur eitt tætt tilknýti til kommunistaflokkin, og tí er fyritøkan eisini knýtt at kinesisku myndugleikunum.
Avstralia og Kanada hava svartlistað Huawei av ótta fyri, at kinesiski staturin ella onnur kunnu nýta tøknina hjá fyritøkuna til njósning. Amerikanarar óttast eisini fyri, at kt-útgerðin í fartelefonunum frá Huawei kann brúkast til njósning í Amerika.
Huawei hevur allatíðina víst aftur øllum skuldsetingum um njósning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald