Kinesiska telefyritøkan Huawei sleppur ikki at vera við til at byggja út 5G-netið í Svøríki. Tað hevur ein svenskur dómstólur júst staðfest. Tað hevði verið til vanda fyri trygdina í Svøríki.
Dómurin í sonevnda ‘förvaltningsrätten’ sigur, at tað er til vanda fyri trygdina í Svøríki, um útgerð hjá Huawei verður brúkt til týðandi samskiftisuppgávur, skrivar Aftonbladet.
Dómurin sigur eisini, at verandi útgerð hjá Huawei, sum kann metast at vera ein trygdarhóttan, skal verða tikin niður seinast 1. januar 2025.
Síðsta heyst gjørdi Post- og telestyrelsen í Svøríki av, at útihýsa kinesisku fyritøkuni at vera við, tá næsta umfar av 5G tøknini skuldi bjóðast út. Huawei er mett at vera ein trygdarvandi, tí felagið er kinesiskt og er undir illgruna fyri at brúka sína tøkni til njósning í svenska telenetinum.
Huawei hevur alla tíðina lagt dýran við, at felagið ikki hevur nakað samband við kinesiska statin.
Tað finnast ongi konkret prógv fyri hesum, sigur Kenneth Frederiksen, sum er stjóri fyri Norðurlond hjá Huawei.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald