Í Noregi tapti kinesiska Huawei í dag stríðið um at veita 5G-net. Norska telefyritøkan Telenor valdi í staðin svenska Ericsson sum veitara, skrivar Ritzau.
Sostatt ger Telenor sum fleiri onnur telefeløg í norðurlondum hava gjørt higartil.
Danska TDC byrjaði eitt nú at samstarva við Huawei, men fyritøkan hevur síðani valt Ericsson sum veitara av 5G-netinum. Í Noregi hevur Telia eisini valt finska Nokia framum Huawei.
Tað er serliga amerikanska stýrið, sum hevur ávarað móti Huawei. Amerikanarar vilja nevnilga vera við, at Huawei ger tað møguligt hjá kinesiska stýrinum at fáa atgongd til upplýsingar hjá fólki og møguliga eisini at njóasnast um tey.
Hjá Huawei siga tey seg tó ikki hava nakað tilknýti til kinesiska statin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald