2019-07-30 09:06
Rokniskapurin hjá Huawei fyri fyrstu seks mánaðirnir í 2019 var sera góður. Tølini vísa, at kinesiski fjarskiftisrisin hevði ein umsetning á yvir 390 milliardir krónir.
Hetta er sera gott, tá hugsað verður um, at Huawei millum annað hevur fingið bann á sínar vørur frá USA, tí fyritøkan er undir illgruna fyri at nýta summar av teimum til njósning.
390 milliardir krónir er áleið 73 milliardir meira enn fyrra hálvár í fjør - 24 %.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald