Innanlands

Hugagóðir næmingar savna og skilja mat

Í Skúlanum við Løgmannabreyt hevur matskiljingin tikið dik á seg. Skúlin hevur útvegað sær skiljivognar, og næmingar í fimta flokki hava uppgávuna at savna inn matin, sum skal burtur, og skilja hann

Beint fyri summarfrítíðina vóru skiljivognar liðugt gjørdir til allar skúlastovurnar, og nú eftir summarfrítíðina varð arbeiðið sett í gongd.

Beint fyri summarfrítíðina vóru skiljivognar liðugt gjørdir til allar skúlastovurnar, og nú eftir summarfrítíðina varð arbeiðið sett í gongd.

2023-09-13 13:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skúlablaðið og Skúlin við Løgmannabreyt: - Í Skúlanum við Løgmannabreyt hava tey leingi arbeitt við umhvørvisspurningum. Ein liður í hesum hevur verið at seta í verk matskiljing og kompostskipan, so at skúlin kann gera sín part at minka um CO2 útlátið. 

- Tað er ein hugburðsbroyting, sum skal til, tá ið talan er um at skapa nýggjar vanar, men vit síggja, at næmingarnir taka væl undir við hesum og halda, at tað er stuttligt, serliga teir yngru. Tað eru eisini teir, sum hava matpakka við. Vit seta okkum alla tíðina nýggj mál og taka nýggj stig, tað er ein drúgv tilgongd at leggja um, men hetta er ógvuliga spennandi, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri.

Tað er allur matur, sum verður skorin frá, skal, flus og aðrar leivdir, sum verður savnað og skilt; tað verður nýtt til at taða moldina kring skúlan.

Fyri tveimum árum síðani varð byrjað at skilja kaffigrums á lærarastovuni og síðani at breiða tað út í lendið millum trø og greinar. Síðani varð arbeitt við at skilja matin. Fyrst varð roynt við bokashiháttinum. Men so varð avgjørt at keypa eina komposttrumlu at koyra matrestirnar í. Tá ið ein tíð var farin, og skúlin hevði fingið royndir við hesum, varð farið undir at fáa næmingarnar upp í.

[object Object]

Fyri at fáa skiljingina so lætta og ruddiliga, sum til ber, var arbeitt við at gera serligar skiljivognar, sum hóskaðu og vóru praktiskir. Síðani vóru royndir gjørdar í 1. og 7. flokki.

Beint fyri summarfrítíðina vóru skiljivognar liðugt gjørdir til allar skúlastovurnar, og nú eftir summarfrítíðina varð arbeiðið sett í gongd.

Eitt er at fylla skiljivognarnar, teir skulu eisini tømast. Innsavningin av matrestum fer fram eina ferð um vikuna. Tey, sum eru røklar í 5. flokki, manna skiljiliðið. Ein týdningarmikil partur í allari tilgongdini hevur verið at upplýsa og kunna um týdningin av at kompostera. Hetta er bæði galdandi fyri lærarar og næmingar. Arbeitt verður eisini við at skúla tey, sum eru í skiljliðinum serliga væl, og geva teimum møguleika at vera ambassadørar hjá skúlanum í hesum máli.

Í lærugreinini íverksetan hevur seinastu árini verið arbeitt við matoyðsli, m.a. við íblástri úr bókini “Matur” og góðar verkætlanir eru gjørdar. Eisini hevur verið arbeitt við endurnýtslu av klæðum.

Sí fleiri myndir her



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder