Innanlands

Hugleiðingar um Holocaust og sangur til aftankvirru

Patrick de Neergaard, prestur, og Hans Jacob Hjelm luttaka til aftankvirruna í Vági klokkan 19 í kvøld

Sóknarpresturin í Suðuroyar sunnara prestagjald Patrick de Neergaard fer á aftankvirru mikukvøldið 29. januar klokkan 19 at hugleiða um Holocaust 80 ár (Mynd: vagur.fo)

Sóknarpresturin í Suðuroyar sunnara prestagjald Patrick de Neergaard fer á aftankvirru mikukvøldið 29. januar klokkan 19 at hugleiða um Holocaust 80 ár (Mynd: vagur.fo)

2025-01-29 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Altjóða minnisdagur fyri Holocaust var mánadagin 27. januar, og nógv varð gjørt burturúr ymsastaðni.

Í ár eru 80 ár síðani Holocaust endaði - 2. Heimsbardagi endaði 1945. Sóknarpresturin í Suðuroyar sunnara prestagjald Patrick de Neergaard fer á aftankvirru í kvøld at hugleiða um Holocaust 80 ár.

Aftankvirra í Vágs kirkju byrjar klokkan 19 mikukvøldið 29. januar. Umframt  hugleiðingina um Holocaust, syngur Hans Jacob Hjelm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder