Mentan

Hugni og felagssangur í Vági í kvøld

Tjald er sett upp í miðbýnum nú nógv føroysk ferðandi og hondbóltsspælarar eru á vitjan

2020-08-04 09:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í Vági hevur sonn innrás verið av føroyskum ferðandi hesar seinastu mánaðirnar, og í hesi vikuni er einki undantak, nú stór hondbóltskapping er í Marghøllini. 

Og í sambandi við hondbóltskappingina, verður í kvøld skipað fyri ymiskum bæði til yngri og eldri. Tjald er sett upp mitt í bygdini og klokkan 19 verða diskotek og sangspøl á skránni. Klokkan 20 fer partur av manningini, ið skipaði fyri hugnaløtum í VB-húsinum undir korona, Dagfinn, Finn og fleiri, at skipa fyri felagssangi, áðrenn vælumtókti Ingi Poulsen kemur at runda kvøldið av við sangframførslum, men um tey vaksnu hava hug at halda áfram at syngja, so verður sjálvandi hildið fram.

Í gjárkvøldið var hópin av fólki í tjaldinum, har tey spældu, sungu og hugnaðu sær, eins og møguleiki var at keypa sær okkurt gott. Eisini matstøðini í grannalagnum høvdu nógvar gestir, sum eisini løgdu leiðina inn í tjaldi til prát og hugna. 

Tiltakið í kvøld er ókeypis og vóna fyriskiparnir at bæði ung sum eldri, lokal eins og vitjandi koma við. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder