Uttanlands

Hugo Helmig deyður 24 ár

Danski tónleikarin Hugo Helmig er deyður, váttar pápi hansara Thomas Helmig

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-12-02 12:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ungi danski tónleikarin Hugo Helmig doyði 23. november. Tað váttar pápi hansara, Thomas Helmig, í dag á Instagram.

Hugo Helmig Toft Simonsen gjørdist 24 ára gamal, og varð grivin í gjár. Mamma hansara var Renee Toft Simonsen.

Hann gjørdist kendur tá hann gav út lagið “Please don’t lie” í 2017, og varð sambært donskum miðlum størsta landaplágan hetta árið.

Pápi hansara, Thomas Helmig, hevur framført í Føroyum í fleiri umførum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder