Í dag – 22. februar – er altjóða hugsanardagur, har skótar kring allan heim minnast stovnaran av skótarørsluni, Lord Baden-Powell, og konu hansara, Lady Olave Baden-Powell.
Eins og vanligt hevur verið seinastu árini, hevur dagurin fingið eitt tema, ið fokus verður sett á. Í ár er evnið leiðsla, og serliga verður hugsað um tær genturnar, sum í 1909 stóðu á odda fyri at seta á stovn skótar fyri gentur.
Tað var á skótahaldi fyri dreingir í 1909, at ein flokkur av gentum møttu upp og søgdu seg vera gentuskótar. Lord Baden-Powell gjørdi tá av, at gentur skuldu eisini sleppa at royna seg sum skótar, og árið eftir varð fyrsta gentuskótasamband sett á stovn í Stórabretlandi undir leiðsluni hjá Agnes Baden-Powell, systir stovnaran.
Tvey ár seinni høvdu gentuskótar breitt seg til Írland, Portugal, Norra og USA, og í dag eru gentuskótar at finna í 150 londum.
Sum vanligt fara skótar, skótastuðlar og onnur skótaáhugað í kirkju á hugsanardegnum. Gudstænasturnar í kvøld eru í Havnar kirkju Glyvra kirkju og Kvívíkar kirkju kl. 18 og í Soli Deo Gloria í Klaksvík kl. 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald