HULDA er í hesum døgum á konsertferð í Suðuramerika.
Hetta er fjorða árið, at skipað verður fyri Días Nórdicos Latin America. Teitur Lassen hevur, sum einasti føroyingur, áður umboðað Føroyar á hesu konsertferð, og nú er túrurin komin til HULDA.
Tað er Días Nórdicos Latin America, sum saman við ROSA (Dansk Rock Samråd), skipa fyri hesu konsertferð, har HULDA og fýra aðrir norðurlendskir bólkar og einstaklingar eru við í ár. Hesi eru Da Bartali Crew úr Grønlandi, Peter Wangel úr Danmark, Birdpeople úr Álandi, og The Hearing úr Finlandi.
Í kvøld spæla hesi í Lima í Peru, og í morgin gongur leiðin víðari til Buenos Aires í Argentina, har einstaklingarnir/bólkarnar fara at hava eina viku langa workshop saman við argentinskum artistum, har tey fara at skriva nýggjan tónleik.
Konsertferðin fer síðani víðari til Montevideoí Uruguay og endar í Sao Paulo í Brasil.
Konsertir
1. des. Centro Cultural De Espana, Lima, Peru
6. des. Centro Cultural De Recoleta, Buenos Aires, Argentina
7. des. Centro Cultutral De Espana, Montevideo, Uruguay
9. des. Centro Cultural De Recoleta, Buenos Aires, Argentina
12. des. Sesc Pompeia, Sao Paulo, Brasil
13. des. Sesc Pompeia, Sao Paulo, Brasil
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald