Innanlands

Huldulitt avdúkar skrá

Tiltakið, sum varar til 9. februar, varpar ljós á okkara siðsøgu og mentanararv um huldusøgur, trøll og álvar við at hava ljósinstallatiónir og tiltøk allar dagarnar

2025-01-31 10:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 1. februar byrjar nýggja tiltakið Huldulitt í Havn. Tiltakið, sum varar til 9. februar, varpar ljós á okkara siðsøgu og mentanararv um huldusøgur, trøll og álvar við at hava ljósinstallatiónir og tiltøk allar dagarnar.

Nú eru fleiri tiltøk avdúkaði og verður setanin av Huldulitt í Listasavnið Føroya leygardagin 1. februar kl. 15.30.

Tað er Heidi L. Elgeirsdóttir, forkvinna í Mentamálanevndini, sum setur Huldulitt og Guðrið Hansdóttir spælir nøkur løg, meðan Hjálmar Dam fer at bera fram eina huldusøgu.

- Aftaná er tað eitt gott høvi hjá fólki at spáka sær ein túr gjøgnum Viðarlundina, sum er gandað til eina Huldulund við ljósinstallatiónum eins og verkum frá skúlum og stovnum í kommuni, greiðir Tordis K. á Rógvi Biskopstø frá.

- Niðri í býnum vera eisini ljósinstallatiónir, eitt nú á Vaglinum, á Hafnia og uttanfyri SMS. Eitt flott, animerað veggjaprýði, sum Kyka hevur framleitt við listaverkum hjá Williami Heinesen, verður avdúkað í Steinatúni kl. 17.15. Aftaná framføra Elinborg og Lea Kampmann eina ókeypis konsert, sum Atlantic Airways og LBF stuðla.

Í sambandi við Huldulitt, hava handlarnir í miðbýnum opið til klokkan 18.

Tordis K. á Rógvi Biskopstø vísir á týdningin av at handlar, matstovur, stovnar og fyritøkur taka undir við tílíkum tiltøkum og á tann hátta skapa lív og trivnað í býnum.

- Vit hava verið sera heppin, at fólk hava tikið undir við hugskotinum um eitt lívgandi tiltak, sum kann skapa ljós og lív í eini annars myrkari tíð. Uttan stuðul frá Tórshavnar kommunu og Visit Faroe Islands hevði hetta ikki kunna latið seg gera, sigur Tordis K. á Rógvi Biskopstø.

Huldulitt skráin
Spurd hvat annað verður á skrá, svarar Tordis.

- Tað vera fleiri forkunnug tiltøk á skrá, sum bara kunnu upplivast hesa vikuna, so sum huldugonga í Viðarlundini, har greitt verður frá huldusøgum og siðum, ‘Gykl í myrkri’ har oyruni gerast okkara eygu, rundsýningar í forkunnunga heiminum hjá Williami Heinesen, huldusvimjing í myrkri við róligum tónleiki, konsertir, súkklurekkjukoyring, trøllaklipp, hulduveiða og serstakar matskráir, og hetta er bara nakað av tí, sum Huldulitt hevur at bjóða, og sigur Tordis.

- Tað leggjast eisini tiltøk afturat alla tíðina, tí øll hava nevnliga møguleika at skipa fyri einum Huldulitt tiltaki hesa vikuna, og jú meira, tess betri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder