Innanlands

Huldulitt fer at seta dám á Havnina fyrst í februar

Talan er um nýtt tiltak hjá Visit Tórshavn. Viðarlundin, Vaglið, Steinatún og onnur støð fáa millum annað serlig ljós og prýði

Miðbýurin í Havn verður eisini prýddur við ljósinstallatiónum, eitt nú við einum huldutunli á Vaglinum og einum serstøkum veggjaprýði í Steinatúni við verum hjá Williami Heinesen. Setanin verður 1. februar (Mynd: Visit Thorshavn)

Miðbýurin í Havn verður eisini prýddur við ljósinstallatiónum, eitt nú við einum huldutunli á Vaglinum og einum serstøkum veggjaprýði í Steinatúni við verum hjá Williami Heinesen. Setanin verður 1. februar (Mynd: Visit Thorshavn)

2025-01-22 19:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Visit Tórshavn hevur avdúkað eitt nýtt tiltak, sum kallast Huldulitt og verður í Havn 1.-9. februar. 

- Við Huldulitt er ætlanin at varpa ljós á okkara siðsøgu og mentanararv, nevnliga søgurnar og sagnirnar um huldufólk, álvar og trøll. Søgur, sum fleiri børn í dag ikki kenna ella bert kenna eina Disney-útgávu av. Hendan tíðin kann vera sera myrk og tung, tí er upplagt við einum tiltaki, sum ger tíðina eitt sindur gandakenda við at ferðast inn í hulduheimin, har vit samstundis gleða okkum til ljósari tíðir og siga farvæl við hesar verur, sum bert trívast í myrkri,

Soleiðis greiðir Tordis á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn, frá Huldulitt. Tað snúr seg millum annað um at lýsa upp og gera ymiskt øðrvísi í býnum.

Tað snýr seg millum annað um at gera við Viðarlundina um til eina gandakenda huldulund við ljósinstallatiónum, ymsum forvitnisligum lutum og einum hulduportali. Afturat tí, verður hon prýdd við verkum, ið stovnar og skúlar í kommununi hava evnað til.

Miðbýurin í Havn verður eisini prýddur við ljósinstallatiónum, eitt nú við einum huldutunli á Vaglinum og einum serstøkum veggjaprýði í Steinatúni við verum hjá Williami Heinesen.

- William Heinesen er eisini kendur fyri at skapa og tekna trøll og aðrar verur við íblástri úr hulduheiminum, og er standmyndin, Tarira, í viðarlundini eitt dømi uppá tað - og nú koma hesar verur til lívs við einum animeraðum veggjaprýði, sigur Tordis á Rógvi Biskopstø.

Sostatt verða sagnir, list, tiltøk og ljóð knýtt saman við Huldulitt tiltakinum.

Setanin verður 1. februar, og tá fara fleiri støð og handlar í Havn at gera eyka burturúr. Onnur og konsertir vera eisini á skrá bæði á sjálva setanardegnum og alla vikuna verður at enda upplýst.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder