Eitt eldri farmaskip, sum síðan oktober 2018 hevur rikið fyri vág og vind í Atlantshavinum, er nú rent á land í Írlandi.
MV Alta var á veg úr Grikkalandi til Haiti, tá tað fekk trupulleikar nærhendis Bermuda í 2018. Manningin varð bjargað av amerikansku sjóverjuni, og síðan hevur skipið rikið runt ómannað.
Fyrst hevði tað kós móti vesturstrond Afrika, síðan rak tað norðureftir, fram við Portugal og Spania, til tað nú rak á land við Ballycotton á suðurstrond Írlands, nærhendis Cork.
Tað var ein persónur, sum rann sær ein konditúr, sum legði merki til skipið sunnudagin. Helst er dað stormurin ”Dennis”, sum eigur sín lut í, at skipið nú hevur rent seg fast, skrivar The Irish Examiner.
Skipið er 77 metrar langt og skrásett í Tansania, men tað er ikki eydnast nøkrum enn at finna fram, hvør eigur skipið. Írska blaðið skrivar, at møguliga kann vera talan um eitt skip, ið hevur verið rænt.
Myndugleikarnir á staðnum ansa nú eftir um tekin skuldu verið til oljulekar frá skipinum.
Sjóverjan heldur, at skipið liggur trygt á helluni, men óttast at ein komandi stormur kann taka tú til sjós aftur og aftur skapa trupulleikar fyri skipaferðsluna í økinum.
Fyribils eru tað nú írskir myndugleikar, sum hava ábyrgdina av skipinum. Um eigararnir geva seg til kennar, kunnu teir rokna við stórari rokning fyri bjargingararbeiðið skrivar blaðið The Journal.
Rescue 117 was tasked earlier today to a vessel aground near Ballycotton, Cork. There was nobody on board. Previously the @USCG had rescued the 10 crew members from the vessel back in September 2018. The vessel has been drifting since and today came ashore on the Cork coastline. pic.twitter.com/NbvlZ89KSY
— Irish Coast Guard (@IrishCoastGuard) February 16, 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald