2022-04-03 12:14
Russiski herurin hevur í fleiri førum framt krígsbrotsverk móti sivilfólki í hersettum økjum í Ukraina, sigur mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch í tíðindaskrivi í dag.
Talan er um bæði neyðtøku, avrætting og hóttanir móti sivilfólki í Tjernihiv og Kharkiv umframt í økinum kring høvuðsstaðin Kyiv.
Human Rights Watch hevur gjørt samrøðu við tíggju fólk um hendingarnar. Talan er um offur, vitnir og íbúgvar í hersettu økjunum.
Hugh Williamson, leiðari fyri deildina hjá Human Rights Watch í Evropa og Miðasia sigur, sambært Ritzau, at hesar hendingar skulu kannast sum krígsbrotsverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald