Tað hevur sum heild verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið. Fyrrapartin í gjár gjørdi ferðslupolitiið eitt átak í norðoyggjum, og trý mál spurdust burturúr.
Ein bilførari sum koyrdi ávirkaður av rúsevnum var tikin. Harumframt var ein sum koyrdi uttan koyrikort, og ein sum tosaði í telefon undir akstri.
Um middagsleitið kom ein fráboðan um innbrot á Biskopstorgi. Tað eru fáir dagar síðani at ein onnur innbrotsroynd varð meldað til løgregluna á sama staði. Málið verður kannað.
Les eisini: Enn ein innbrotsroynd á Biskopstorgi
Nakrir vindskaðar vóru eisini. Á Tjørnuvíkarvegnum var ein grótrúgva lopin, og Landsverk bleiv boðsent at rudda vegin. Í Kaldbak sleit eitt seksmannafar, og fór rekandi nakað inn móti Kaldbaksbotni áðrenn báturin bleiv tryggjaður.
Í nátt vóru tað hundagoyggj, sum vóru til ampa, og í einum øðrum føri var tað harður tónleikur, sum órógvaði náttarfriðin. Ein patrulja hjá løgregluni var úti og fekk skil á náttarfriðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald