Innanlands

Hundalortar til ampa í Vestmanna

Á dagstovnaøkinum boða tey frá, at tað alt ov ofta liggja hundalortar á spæliplássinum og frítíðarøkjunum rundan um Gjáarlon

Í Vestmanna er annars eitt innhegnað økið, har hundaeigarar kunnu sleppa sínum fýrbeintu vinum leysum til spæl og rørslu (Mynd: vestmanna.fo)

Í Vestmanna er annars eitt innhegnað økið, har hundaeigarar kunnu sleppa sínum fýrbeintu vinum leysum til spæl og rørslu (Mynd: vestmanna.fo)

2025-03-18 15:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er til stóran ampa fyri dagstovnaøkið, at summir hundaeigarar ikki taka upp eftir sínum hundum.

Hetta staðfestir Vestmanna kommuna frá á heimasíðu sínari í dag.

Orsøkin til, at man er farin út alment uppá hendan mátan við trupulleikanum er, at tað er serliga eitt stað, har hetta órógvar, og at tað er so nógv.

Á dagstovnaøkinum boða tey frá, at tað alt ov ofta liggja hundalortar á spæliplássinum og frítíðarøkjunum rundan um Gjáarlon.

Hervið heitir Vestmanna kommuna á hundaeigarar um at taka upp eftir hundum sínum og minnir á, at hundaposar fáast til keyps í flest øllum matvøruhandlum.

Eitt øki er sett av

Í Vestmanna er eitt innhegnað økið, har hundaeigarar kunnu sleppa sínum fýrbeintu vinum leysum til spæl og rørslu.

Tað eru hundaeigarar sjálvir, sum hava tikið stig til átakið og heittu í fjør á Vestmanna kommunu at finna eitt øki til endamálið.

Økið sum kommunan hevur latið er niðanfyri Gerðisveg frá grótbrotinum í Stóragerði og inneftir, og er góðar 1.500 fermetrar til støddar.

[object Object]
Mynd: vestmanna.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder