Innanlands

Hundrað Volvo-bilar verða afturkallaðir í Føroyum

Um allan heimin verða 503.000 nýggir Volvobilar afturkallaðir. Í Føroyum er talan um einar hundrað bilar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-07-21 18:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Wenzel sum er umboð av Volvo í Føroyum fer at afturkalla eini hundrað bilar, nú tað vísir seg at bilar hava trupulleikar av einum plastventili í luftinntakinum í motorinum.

Ítøkiliga er talan um bilar sum eru framleddir millum 2014 og 2019

Rúni Djurhuus, stjóri í bilasøluni Wenzel, sigur við útvarpið, at bileigararnir fáa eitt bræv frá Wenzel, har teir biðja um at fáa bilin inn. Sum skilst er tað ein software-dagføring sum skal gerast, og hetta tekur umleið ein tíma.

Talan er um hundrað bilar í Føroyum, men tilsamans um allan heimin eru tað 503.000 bilar sum verða kallaðir inn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder