Hundraðtals ferðafólk eru í løtuni arbyrgd á tveimum ferðamannskipum orsaka av coronavirusinum.
Sambært fleiri altjóða miðlum, sluppu manning og 1800 ferðafólk á einum ferðamannaskipi ikki í land í Kaohsiung í Taiwan í gjár, eftir at trý kinesisk ferðafólk, sum ferðaðust umborð á skipinum frá 19. – 24. januar, høvdu fingið staðfest coronavirus.
Skipið kom á Hong Kong í dag, og har hava ferðafólk og manning fingið boð um at verða verandi umborð, inntil øll eru vorðin kannað.
Talsfólk hjá heilsumyndugleikunum í Hong Kong sigur, sambært Ritzau, at tey higartil einki fáa sagt um, hvussu leingi fólkini skulu vera avbyrgd.
Á einum øðrum ferðafólkaskipi út fyri japanska býin Yokohama, vórðu ferðafólk eisini avbyrgd mánadagin, eftir at ein persónur, sum áður hevði ferðast umborð á skipinum, fekk staðfest coronavirusið.
Øll ferðafólkini og manningin vórðu kannað, og tíggju ferðafólk hava síðani fingið staðfest coronavirus, og eru tey øll flutt á sjúkrahús.
Tey 3700 ferðafólkini, sum eru eftir á skipinum, bíða framvegis eftir úrslitinum av kanningunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald