Uttanlands

Hundraðtals týsk embætisfólk noyðast at fara úr Russlandi

Russland hevur ásett eitt mark fyri, hvussu nógv embætisfólk Týskland kann hava í Russlandi, og tí noyðast fleiri hundrað embætisfólk nú at fara av landinum

Týska sendistovan í Moskva (Mynd: AFP)

Týska sendistovan í Moskva (Mynd: AFP)

2023-05-27 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri hundrað týsk embætisfólk, sum starvast í Russlandi, noyðast nú at fara av landinum.

Orsøkin er, at Russland hevur ásett eitt mark fyri, hvussu nógv týsk embætisfólk kunnu arbeiða í Russlandi Mentanar- og útbúgvingarstovnar verða eisini raktir, eitt nú týski skúlin í Moskva og Goethe-instituttið, sum hevur starvsfólk, sum arbeiða undir týsku stjórnini, skrivar týski miðilin Süddeutsche Zeitung sambært DR.

Nýggja markið er eitt aftursvar til Týskland, sum eisini hevur útvíst fleiri russisk sendifólk. Markið er er galdandi frá juni.

Týska uttanríkismálaráðið sigur sambært AP, at avgerðin hjá Russlandi er ógrundað og óskiljandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder