Innanlands

Hundur spældi stóran leiklut

Løgregluhundurin fann part av tí, sum var stolið á skeinkistaði í Havn í gjárkvøldið, og tveir persónar vórðu handtiknir

Persónarnir skuppu til rýmingar í fyrstu syftu, men ein løgregluhundur kom á staðið og fór at lukta. Hann hann fram til rúsdrekka og síðani tjóvarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Persónarnir skuppu til rýmingar í fyrstu syftu, men ein løgregluhundur kom á staðið og fór at lukta. Hann hann fram til rúsdrekka og síðani tjóvarnar (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-20 08:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan hevur ymisk "amboð", tá mál skulu uppklárast. Eitt av teimum umráðandi eru hundar, og í gjárkvøldið gjørdist ein hundur "hetjan".

Tá klokkan nærkaðist midnátt kom fráboðan um innbrot var á einum skeinkistaði í miðbýnum í Havn. Har var nakað av rúsdrekka tikið.

Løgreglan var skjótt á veg, og teir báðir tjóvarnir noyddust at blaka í øllum førum ein part av tí, sum teir høvdu tikið, frá sær.

Persónarnir skuppu til rýmingar í fyrstu syftu, men ein løgregluhundur kom á staðið og fór at lukta. Hundurin fann seg fram rúsdrekka, og harfrá kundu hann og løgreglufólkini arbeiða víðari. Vakmyndatólinum var eisini á staðnum.

Løtu seinni vórðu tveir persónar tiknir fyri innbrot, og eftir eina nátt á støðini er avhoyring á skránni í dag. Helst verða persónarnir skuldsettir fyri júst innbrot.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder