Herurin í Ísrael sigur í morgun, at hann hevur framt álop á húsini hjá einum høgtstandandi leiðara í Hamas rørsluni í Gazageiranum. Húsini eru brúkt sum støð til at skipa fyri álopum móti ísraelum, skrivar Reuters.
Sambært herinum vóru húsini savningarstað fyri ovastu leiðsluni hjá Hamas, tá skipast skuldi fyri álopum á sivilfólk og herdeildir í Ísrael.
BBC skrivar, at Ismail Haniyeh verður mettur, sum “savnandi leiðarin í Hamas”.
Hamas-støð á sjúkrahúsi
Herurin í Ísrael framdi í gjár eisini eitt álop á størsta sjúkrahúsið í Gaza, al-Shifa sjúkrahúsið. Og har funnu tey tøkniútgerð, sum bendir á, at sjúkrahúsið hevur verið brúkt sum eitt slag av kommando-støð.
Uppáhaldini eru ikki váttað frá aðrari síðu, og Hamas hevur í fleiri førum víst aftur, at hon hevur havt eina høvuðsstøð á sjúkrahúsinum, skrivar Ritzau.
Tað var talsmaðurin hjá ísraelska herinum, Daniel Hagari, sum kom við upplýsingunum í gjárkvøldið.
- Á sjúkrahúsinum funnu vit vápn, útgerð til fregnararbeiði og hernaðarliga tøkni umframt vápn, segði hann við AFP tíðindastovuna.
Herurin í Ísrael hevur eisini víst fram myndir við pistólum, lóðuri, granatum og skottryggum vestum, sum vórðu funnin á sjúkrahúsinum.
Al-Shifa er størsta sjúkrahúsið í Gaza, og í fleiri dagar hava skotbardagar verið í økinum kring sjúkrahúsið. Í gjár fóru ísraelskar deildir inn í sjúkrahúsið.
Ísrael hevur verið undir altjóða trýsti orsaka av boðum um, at støðan hjá sivilfólki hevur verið trupul, og at nógv fólk eru deyð á sjúkrahúsinum.
Ísrael hevur sagt, at atgerðirnar móti sjúkrahúsinum og økinum nærhendis hava verið orsaka av, at ein høvuðsstøð hevur verið í gongdunum undir sjúkrahúsinum.
Hamas hevur fyrr sagt, at 650 sjúklingar og millum 5.000 og 7.000 sivilfólk hava verið fangað í sjúkrahúsøkinum, har fleiri hava latið lív, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald