Uttanlands

Húsagangur skal ikki fáa avleiðingar

Stórur amerikanskur banki fór á húsagang um vikuskiftið. Tað merktist á evropeisku bankapartabrøvunum í dag, men evropeiskir myndugleikar royna at sissa

Kundar stóðu í morgun í bíðirøð uttan fyri eina deild deild hjá Silicon Valley Bank í Massachusetts í morgun (Mynd: EPA)

Kundar stóðu í morgun í bíðirøð uttan fyri eina deild deild hjá Silicon Valley Bank í Massachusetts í morgun (Mynd: EPA)

2023-03-13 17:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kursvirðið á flestu bankum í Evropa dalaði í dag í kjalarvørrinum á, at amerikanski Silicon Valley Bank, SVB, fór á húsagang um vikuskiftið. Men tað er ikki orsøk at stúra fyri, at amerikanska bankakreppan fær avleiðingar í Evropa.

Tað segði ES-nevndarlimurin við búskapi, Paolo Gentiloni, í dag í sambandi við fundin hjá Euro-bólkinum í Brússel.

- Tað er ikki vandi fyri, at kreppan breiðir seg. Vit fylgja sjálvandi støðuni saman við evropeiska miðbankanum. Og vit staðfesta, at amerikansku myndugleikarnir hava sett tiltøk í erk fyri at tryggja, at kreppan ikki breiðir seg í amerikanska bankakervinum, sigur Paolo Gentiloni.

[object Object]
Paolo Gentiloni (Mynd: EPA)

Kundar hjá nú stongda Silicon Valley Bank, skuldu seinni í dag fáa atgongd til sínar kontur, søgdu amerikansku myndugleikarnir sunnudagin.

Amerikanska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at seta í verk tiltøk, so at húsagangurin ikki fær munandi búskaparligar avleiðingar.

Kortini fekk hetta avleiðingar fyri evropeisku bankapartabrøvini, sum fullu í virði eftir at tíðindini bórust. Men hetta skal ikki takast sum grundleggjandi trupulleikar fyri evropeiska bankakervið, sigur Paolo Gentiloni.

Gera manngarð um bankan

Amerikanski myndugleikin FDIC, sum er ein samveldistrygging fyri innskot, og amerikanski miðhankin, hava í samráð við Joe Biden, forseta, gjørt eina samtykt.

Tað framgongur í einum boðum frá amerikanska fíggjarmálaráðkvinnuni, Janet Yellen, ovastanum fyri amerikanska miðbankan, Jerome Powell og stjóranum fyri FDIC, Martin Gruenberg.

Her verður sagt, at tiltøkini ikki koma til at kosta amerikansku skattgjaldarunum nakað.

- Vit seta í dag tiltøk í verk fyri at tryggja amerikanska búskapin og styrkja almennu trúnna á okkara bankaskipan, verður sagt.

- Við hesum tiltøkum kann amerikanska bankaskipanin halda áfram við sínum týdningarmikla leikluti at tryggja kontur og geva húsarhaldum og fyritøkum kreditt á ein hátt, at hann fremur sterkan og haldbæran búskaparligan vøkstur.

Boðini koma eftir, at Silicon Valley Bank fríggjadagin frá fíggjarmyndugleikunum í Kalifornia fekk boð um at steingja. Talan er um mest týðandi bankahúsagangin síðan fíggjarkreppuna í 2008.

Silicon Valley Bank kom í trupulleikar eftir at móðurfelagið boðaði frá, at tað var komið í gjaldføristrupulleikar. Tað endaði fríggjadagin við, at bankin varð stongdur. Men hann skuldi lata upp aftur í dag undir eftirliti av myndugleikunum, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder