2024-01-24 07:43
Hóast fitt av vindi hevur verið í nátt, so hevur løgreglan bert fingið ta einu fráboðanina um skaða orsaka av vindinum.
Tað var um seks tíðina í morgun, tá ein fráboðan kom úr Klaksvík um at klædningurin á einum húsum hevði rivið. Talan var um tvær aluminiumsplátur. Átaksleiðarin í kommununi hevur fingið boðini.
Landsverk boðar frá nógvun fingi kring alt landið í morgun.
Seinnapartin í gjár leyp ein skriða á vegin til Tjørnuvíkar. Helst var nógva avfallið orsøk til, at smágrót og mold endaði á vegnum nærhendis Lundagjógv. Landsverk tók sær av at rudda vegin aftur, upplýsir vaktleiðarin á lørgerlustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald