
Tað eru í 50 ár síðani at Húsakórið í Keypmannahavn varð stovnað.
Tað vóru føroyskir útisetar sum á heysti 1971 tóku stig til at stovna Húsakórið. Líka síðani hevur Húsakórið ljómað- sum ein nalvastrongur til føroyskan samleika í útlegd og føroyska sangmentan.
- Vit kenna okkum sum góð umboð fyri Føroyar. Vit hava sungið millum annað til Flaggsiglingina í Keypmannahavn, fyri sendiharrum á Norðuratlants Bryggjuni, á mentanarnáttini, á Fólkatingi, í Aarhus tá Foreningen Norden fylti 100 ár, fyri Margretu drotning, í DR konsertsali framførdu vit Nordisku hymnuna, sum Sunleif Rasmussen gjørdi lag til. Har vóru ráðharrar úr øllum norðurlondum umframt Fríðrik krúnprik og Mary krúnprinsessu, sigur kórið í skrivi.
Stóri dagurin verður hátíðarhildin við konsert í Sankt Andreas Kirke tann 6. november.
Fýra nýggir kórsatsir eru gjørdir til høvið. Nógv hava stjórnað kórinum seinastu 50 árini, og seinastu átta árini hevur Tóra Vestergaard verið kórleiðari.
Kórleiðarar gjøgnum árini hava verið hesir:
Alex Sólstein, Sámal Júst Ziska Dahl, Símun Andras Andreasen, Knút Olsen, Marianne Clausen, Christian Wahl, Sunleif Rasmussen, Bjarni Restorff, Tórur á Brúnni, Leif hansen, Benjamin Gaasedal og Tóra Vestergaard.
Konsertin verður 6. november klokkan 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald