Miðal sethúsaprísurin í Havn lækkaði eitt vet í 2023, í mun til í 2022. Samstundis hækkaði miðalprísurin í Eysturoynni og samlað fyri alt landið.
Tað staðfestir Betri banki á heimasíðuni.
Í Tórshavn kostaðu eini sethús í miðal 3,8 mió. krónur í 2023. Hetta er 3 prosent minni enn í 2022. Tá kostaðu eini sethús í miðal 3,9 mió. krónur.
Í Eysturoynni, og samlað fyri alt landið, kostaðu eini sethús í miðal ávíkavist 2,3 og 2,7 mió. krónur í 2023. Hetta er 11 og 3 prosent meira enn í 2022.
Rentuhækkingarnar seinasta árið hava ført við sær, at tað er vorðið tyngri at seta búgv. Samstundis hava miðal sethúsaprísirnir verið hægri í Tórshavn, samanborið við alt landið, og harvið eru prísirnir meira viðkvæmir fyri rentubroytingum. Tað kann vera orsøkin til, at miðal sethúsaprísurin í Tórshavn er lækkaður, meðan hann er hækkaður aðrastaðni í landinum.
- Nú rentan er hækkað og vegakervið er vorðið betri, síggja vit ábendingar um at pør, har annar partur hevur tilknýti til øki uttanfyri høvuðsstaðin, fyrst royna at finna bústað í tí nærumhvørvinum. Hetta økir kappingina eftir bústøðum uttanfyri høvuðsstaðarøkið, og tað fara vit møguliga eisini at síggja aftur í prísunum kring alt landið komandi tíðina, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, sigur soleiðis um gongdina á sethúsaprísunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald