Articon, sum borar Húsareynstunnilin, hava nú baksað seg ígjøgnum Argjaflánna.
Tað er royðulindin, sum gongur ígjøgnum Villingardalsfjall.
Vanliga eru slíkar lindir millum hálvan og ein metur, men Argjafláin er seks.
Meginparturin av henni er leir og sandsteinur, so tað er óstabilt tilfar. Serliga, har fláin gongur ígjøgnum loftið á tunlinum, má arbeiðast varliga, skrivar Articon.
Alt má tryggjast væl fyri at koma ígjøgnum slíkt tilfar. Boltarnir skulu vera longri, betonglagið skal vera tjykkri, og armeringin skal eisini vera sterkari.
Eftir ætlan skal arbeiðið við innkomuvegnum vera liðugt seinni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald