Innanlands

Húsarhaldsskúli Føroya: Ein verkætlan fyri yvir 85 milliónir krónur

Landskassin rindar 37 milliónir krónur, og Bústaðir og Klaksvíkar kommuna rinda eisini nógv til verkætlanina. Nýggi skúlin á Biskupstorgi verður áleið 2.100 fermetrar til støddar

Seinnapartin í gjár var stórt alment tiltak í Klaksvík, tá hakin á fyrsta sinni varð settur í til nýggjan húsarhaldsskúla (Mynd: Sverri Egholm)

Seinnapartin í gjár var stórt alment tiltak í Klaksvík, tá hakin á fyrsta sinni varð settur í til nýggjan húsarhaldsskúla (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-08 12:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár var stórt alment tiltak í Klaksvík, tá hakin varð settur í til nýggjan húsarhaldsskúla.

Myndir: Hakin til húsarhaldsskúla settur í

Tað var Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, sum loysti fyrsta flagið. Síðani varð farið í hølini, har Norðoya Kunningarstova hevði sítt virksemi. Karl Johansen, borgarstjóri, flutti fram røðu og arkitekturin Svend Sivertsen frá Fuglark greiddi frá verkætlani

[object Object]
Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, loysir fyrsta flagið 

[object Object]
Svend Sivertsen, arkitektur frá Fuglark (Myndir: Sverri Egholm)

Hendan verkætlanin kostar samanlagt 85,6 milliónir. Klaksvíkar kommuna upplýsir á heimasíðu sínari, at av teimum sum rinda til verkætlanina, eigur Landskassin størsta partin. Hann rindar 37 milliónir fyri nýggja húsarhaldsskúlan. Bústaðir rinda 27,6 milliónir,  Klaksvíkar kommuna hevur játtað 21 milliónir til verkætlanina.

Nýggi skúlin við vistarparti verður áleið 2100 fermetrar til støddar. Tað er byggifyritøkan í Klaksvík, Kanjon, sum er høvuðsarbeiðstakari. Óvist er, júst nær skúlin mitt í Klaksvíkini fer at standa liðugur.

Borgarstjórin Karl Johansen segði millum annað í gjár, at tað var ein stórur dagur fyri menningina av miðbýnum, men allar mest ein gleðidagur fyri Húsarhaldsskúla Føroya. At menna ein miðbý ella at menna eitt skúlatilboð er ikki nakað, ið verður framt eftir einum degi.

- Tað krevur dirvi, áhaldni, samstarv, tol, arbeiðssemi og ikki minst eina trúgv uppá, at verkætlanin tænir einum hægri endamálið, sum er at skapa trivnað og vøkstur í býnum.

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder