Innanlands

Húsini brunnu í grund

Húsini í Sandvík stóðu ikki til at bjarga. Enn er óvist hvat brandorsøkin var

2021-05-21 22:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn veit løgreglan ikki hvat orsøkin var til, at eini hús brunnu í grund í Sandvík í dag. Onkrar avhoyringar skulu gerast, sum ikki eru avgreiddar enn.

Og helst verður tað trupult at kanna staðið fyri at leita eftir orsøkini. Tí har er so at siga einki eftir av yvirtromini á húsunum.

Longu tá fráboðanin um eldin kom seinnapartin í dag, varð sagt at talan var um ein stóran og umfatandi eld. Sløkkiliðsbilar komu av Tvøroyri og Hvalba, og seinni var biðið um hjálp frá sløkkiliðnum í Vági eisini.

Men húsini stóðu ikki at bjarga. Nú stendur bara grundin eftir.

Ein maður og ein hundur vóru inni í húsunum, tá eldur kom í. Teir sluppu út í øllum góðum, upplýsir løgreglan í kvøld.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder