Amerikanski sjónleikarin John Travolta hevur sett hús síni til sølu.
Húsini í amerikanska statinum Maine eru sett til sølu fyri fimm mió. dollarar, ið svarar til yvir 30 mió. í okkara krónum.
Húsini, sum vórðu bygd í 1903, hava 20 sovikømur, og sjálvt grundstykkið er 10.830 fermetrar, skrivar miðilin Independent.
John Travolta flutti inn í húsini saman við konuni, Kelly Preston í 1991. Parið ynskti sær eini stór hús við pláss fyri at fáa alla familjuna á vitjan.
Kelly Preston doyði í juli 2020, eftir at hava strídst við bróstkrabba í tvey ár. Parið fekk trý børn saman, men elsti sonur teirra, Jett Travolta, doyði í 2009, meðan familjan var á ferð í Bahamas.
John Travolta gjørdist ein kend Hollywood-stjørna, tá, hann í 1970 varð tilnevndur eina Oscar-virðisløn fyri leiklut hansara í filminum “Saturday Night Fever”. Í 1994 varð hann aftur tilnevndur fyri ein leiklut í filminum “Pulp Fiction”. Eisini er hann kendur fyri at hava spælt við í filmunum “Grease” og “Hairspray”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald