Innanlands

Húsini hjá Mikkjali Sørensen í Suðurgrønlandi brend í grund

86 ára gamli viðingurin er óskalaður og hevur tað gott. Hann ætlar at byggja húsini uppaftur

(Mynd: Tórður Mikkelsen / Við Tóri á túri)

(Mynd: Tórður Mikkelsen / Við Tóri á túri)

2022-10-24 12:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Úr Grønlandi frættast tey keðiligu tíðindi, at sethúsini hjá viðinginum Mikkjali Sørensen úti í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi brunnu í grund fyrr í vikuni. Tað skrivar Facebooksíðan “Við Tóri á túri”.

Tórður Mikkelsen frá Kringvarpinum var á vitjan hjá 86 ára gamla Mikkjali Sørensen av Viðareiði í fjør, og í útvarpsendingum greiddi hann frá lívinum sum einabúgvi í 57 ár.

Tíbetur er Mikkjal óskalaður og hann hevur tað gott. Tað skilst, at eldur kom í av petroliumsovninum. Mikkjal er kortini ikki fallin í fátt. Tvørtur ímóti. Hann ætlar sær at byggja húsini uppaftur, skrivar “Við Tórði á túri”.

Sethúsini, sum nú eru uppkolað, eru vinstrumegin á ovaru myndini. Høgrumegin er seyðhúsið, og har ætlar Mikkjal at innrætta seg til hann hevur fingið húsini uppaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder