2021-12-14 20:38

Eldurin sum seint seinnapartin kyknaði í einum sethúsum á Marknoyri í Vági, varð fyrr í kvøld sløktur.
Suðurrás veit, at fólk komu á staðið beinanvegin, og maðurin sum var inni í húsinum, varð fingin út.
Sløkkiliðið í Vági og sløkkiliðsbilur av Tvøroyri komu á staðið, og eldurin varð sløktur.
Gudmund Jacobsen, átaksleiðari í Vágs kommunu, sigur við Suðuroyarportalin, at húsini eru illa farin.
- Uttari partur er illa brendur, meðan stórur roykskaði er í vestara parti av húsunum, sigur hann.
Ikki er greitt hví eldurin kyknaði. Orsøkin skal nú kannast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald