Fyriskipararnir av Voxbotn kunngera í dag, at Søren Huss luttekur á konsertdegnum næsta ár. Dugnaligi og fólkakæri sangarin pakkar síni mongu hits í kuffertið, hitar røddina upp og gevur okkum eina ríka sangløtu á komandi konsertdegi. Stóri listamaðurin við kenslubornu røddini lovar eina ríka løtu við stórum felagssangi.
Hvør skuldi trú, at eitt danskt lag, sum er sungið á enskum frá 2004, púra úr bláari luft, gjørdist eitt føroyskt ítróttartjóðskaparlag. Og um tú hugsar, at talan man vera um eina orkufulla pumpandi rútmu, sum øsir ein stemning upp í loft...so nei. Heldur er talan um ein kenslubornan sang, sum grætur um at geva seg yvir.
Vit skrúva tíðina aftur til januar 2024. Hondbóltsfepur er í Føroyum. Ungu garparnir bergtaka okkum við sínum frálíka spælið, og aftaná dystirnir savnast leikarar og risastóra fjøldin í Berlin. Saman knýta tey bond við at syngja Saybia lagið “I Surrender”.
Søren Huss er ein heilt serstakur sangari og lagsmiðjur. Fáur dugur at rúnabinda sum hann. Løg hansara eru vøkur og fleiri teirra sorgblíð, rødd hansara ljómar vøkur og sárbær, tá hann ber fram sínar kendu sangir.
Søren gjørdist kendur við bólkinum Saybia, sum vit helst eisini minnast fyri risahittið “The Second You Sleep” (um tú ikki minnist sangheitið, so minnist tú fyrstu linjuna í niðurlagnum: I staaaaaaayyyyyyyyyyyy...to watch you fade awaaaaayyyy). Hetta var lagið sum fekk sjálvt teir harðastu mennirnar at leypa upp á ovastu falsettina, og belja kenslur sínar yvir hátalaran.
Bólkurin gjørdist fólkaogn í Danmark og Føroyum miðskeiðis í 90árunum, og er framvegis nógv umbiðin á festivalum og konserthallum kring ríkið.
Brakið verður 28. juni
Leygarkvøld 28. juni 2025 verður Vágsbotnur einasta staðið at vera. Tá verður OY Voxbotn, og vit kunnu lova eina rimmar tónleikaveitslu við risatónleikanøvnum. Vit hava sett saman størstu skránna í søgu Voxbotns, og fleiri av bestu føroysku og útlendsku bólkunum eru bodnir á pall.
Søren Huss er ein sannur fongur, og tað verður ein gylt løta, tá vit saman fara at geva okkum yvir til tónleik hansara.
Og ja, hann hevur lovað, at spæla hin tú veit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald