
Á hvørjum ári verður nýggj nevnd vald í HUXA, ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, og so var eisini, tá felagið hevði aðalfund 4. februar.
Nýggjur formaður í HUXA er Erling Mørkøre, sum byrjaði at gera um seg í politikki á kommunuvalinum í høvuðsstaðnum í fjør.
– Erling er arbeiðssamur, álitandi og fer at gera sítt fyri at umboða borgarligu hugsanina millum okkum ungu, sigur nevndin í ungmannafelagnum í tíðindaskrivi.
– Nýggja nevndin er longu farin til verka at fyrireika eitt spennandi ár við fleiri tiltøkum, bæði sosialt og fakligt, til frama fyri tí borgarligu konservativu hugsanina. Eisini vilja vit í nevndini takka fráfarandi formanni og nevndarlimum fyri teirra arbeiði og íkast til HUXA
Nevndin hevur valt at skipa seg soleiðis:
- Erling Mørkøre, Formaður
- Rói Johannesen, Næstformaður
- Beinir Johannesen, Kassameistari
- Teitur Friduson Andreasen, Skrivari
- Tummas Jóhan Í Djónastovu, Nevndarlimur
Tiltakslimir:
- Jessica Cazabon Celibashi
- Eyðstein Zachariasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald