Innanlands

Huxa: Nýggi formaðurin fær fullan stuðul

Hóast tað í gjárkvøldið ljóðaði, at nevndin í ungmannafelagnum í Fólkaflokkinum ætlaði at taka seg aftur, fekk pípan eitt annað ljóð aftaná at nýggi formaðurin var kunngjørdur

Eyðstein Zachariasen og Beinir Johannesen á Hotel Brandan í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðstein Zachariasen og Beinir Johannesen á Hotel Brandan í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-11 12:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Degi og viku í gjárkvøldið ljóðaði at tey í ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum, Huxa, vóru sera ónøgd við støðuna og umhugsaðu at leggja frá sær sum nevnd.

Men nú 25 ára gamli Beinir Johannesen er valdur sum nýggjur formaður í Fólkaflokkinum, fegnast tey í Huxa.

- Vit gleðast um at eitt umboð hjá okkum hevur klárað seg so væl, og vit fara at stuðla honum fult og heilt, segði Eyðstein Zachariasen, skrivari í Huxa, eftir at avgerðin í gjárkvøldið varð fallin á Beinir Johannesen sum nýggjan formann. 

Í Huxa eru ymiskar meiningar um etisk mál, men tey fegnast nú um, at tingfólk kunnu atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum.

- Vit høvdu nakrar niðurstøður, sum vit vildu koma fram til á fundinum, og tær niðurstøðurnar eru vit komin fram til, sigur Eyðstein Zachariasen.

- Tað er eingin ivi um at tað eru ymiskar meiningar um etisk mál, eisini í Huxa. Men man (Huxa nevndin, red.) var samdur um, at vit skuldu koma til hetta, og tað var floksleiðslan eisini samd um.

Beinir Johannesen stillaði upp fyrstu ferð til fólkatingsvalið í 2019 og fekk 677 atkvøður. Á løgtingsvalinum í 2019 kom hann sendandi inn á ting sum fyrstvaldur á Fólkaflokslistanum við 998 atkvøðum. 

Til fólkatingsvalið 31. oktober í ár fekk Beinir Johannesen 605 atkvøður.

Les eisini: - Hava lagt gamlar ósemjur aftur um okkum og líta fram eftir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder