Mentan

Hvalastøðin letur upp fyri almenninginum

Kann upplivast hvønn fríggjadag í juli og august

2019-07-01 12:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hvønn fríggjadag í juli og august verður møguleiki hjá almenninginum at vitja hvalastøðina við Áir.

Síðani 2011 hevur verið arbeitt við at umvæla og restaurera øll húsini á Hvalastøðini. Støðin var um at fara, og tað var í tøkum tíma, at varðveitingarætlanin fór í gongd. Verkætlanin er tó ikki liðug enn.

Nú hevur Tjóðsavnið tó tikið avgerð um at lata hvalastøðina upp fyri almenninginum. So nú ber at frætta nærri um Ebenezer, Kristnastovu, Fuguna, Kvernuna og Tørkuna. Um beinknúsarar, spøl, lýsitangar, mjølverksmiðu, smiðu, Planin, hús og bygningar, ið standa sum varðar frá einari farnari tíð. Ein framsýning um hval og hvalaveiðu verður eisini at síggja inni í Smiðjuni.

Almenn móttøka verður á hvalastøðini nú fríggjadagin seinnapartin, og síðan verður støðin opin hvønn fríggjadag til 30. august frá klokkan 10 til 16. Guidaðar rundvísingar verða klokkan 11, 13 og 15. Tiltakið er eitt samstarv millum Sunda kommunu og Tjóðsavnið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder