Mentan

Hvalastøðin við Áir hevur opið í summar

Hvønn fríggjadag fram til 30. august hevur Tjóðsavnið opið á Hvalastøðini við Áir í summar

Mynd: Tjóðsavnið

Mynd: Tjóðsavnið

2019-06-28 16:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvønn fríggjadag fram til 30. august hevur Tjóðsavnið opið á Hvalastøðini við Áir í summar. Høvið verður at síggja Hvalastøðina ein dag um vikuna – rundvísing verður 3 ferðir um dagin.

Hvalastøðin við Áir hjá norsk-skotsku fyritøkuni Christian Salvesen í Leith í Skotlandi byrjaði sítt virki í 1905. Hon er tann einasta av teimum sjey norsku hvalastøðunum í Føroyum, sum er varðveitt. Hvalastøðin Áir er týðandi ídnaðararvur.

Síðan 2011 hevur verið arbeitt við at umvæla og restaurera øll húsini á Hvalastøðini. Hon var um at fara, og tað var í tøkum tíma, at varðveitingarætlanin fór í gongd. Verkætlanin er ikki liðug,

Hevur tú hoyrt um Ebenezer, Kristnastovu, Fuguna, Kvernuna og Tørkuna? Beinknúsarar, spøl, lýsitangar, mjølverksmiðja, smiðja, Planurin, hús og bygningar standa sum varðar frá einari farnari tíð. Ein framsýning verður eisini at síggja.

Fríggjadagin tann 5. juli 2019 kl. 15 verður almenn móttøka á Hvalastøðini. Forkvinnan í Løgtingsins Mentanarnevnd Óluvá Klettskarð, savnsvørður Erland Viberg Joensen og borgarstjórin í Sunda Kommunu Heðin Zachariassen bera fram røður. Tiltakið er samstarv millum Sunda kommuna og Tjóðsavnið.

- Tjóðsavnið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder