2019-07-08 12:37
Fríggjadagin var alment hátíðarhald á Hvalastøðini við Áir, tí savnið nú lat upp fyri almenninginum.
Ætlanin er, at tað verður opið hvønn fríggjadag frá kl 10-16 í summar - inntil 30. august.
Bygningarnir eru nú umvældir, og komandi árini verða fleiri ábøtur so líðandi gjørdar, skrivar Mentamálaráðið.
Av tí, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, sum varðar av savnsøkinum, er á Gibraltar til oyggjaleikir, var tað í hansara stað Óluva Klettskarð, ið er forkvinna í Mentanarnevndini í løgtinginum, sum helt røðu við Áir fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald