Fríggjadagin letur Tjóðsavnið aftur upp á Hvalastøðini við Áir.
Hvalastøðin við Áir hjá norsk-skotsku fyritøkuni Christian Salvesen í Leith í Skotlandi byrjaði sítt virki í 1905. Hon er tann einasta av teimum sjey norsku hvalastøðunum í Føroyum, sum er varðveitt. Hvalastøðin við Áir er ein týðandi og einstakur ídnaðararvur í Føroya søgu.
Verkætlanin at varðveita hvalastøðina við Áir byrjaði í 2011. Hetta arbeiðið er enn í gongd, men til ber kortini at síggja støðina.
Húsini og bygningarnir eru t.d. Ebenezer, Kristnastova, Fugan, Kvernan og Tørkan. Eisini eru beinknúsarar, spøl, lýsitangar, mjølverksmiðja, smiðja og Planurin at síggja. Hús og bygningar standa sum varðar frá einari farnari tíð.
Ein framsýning um hval og hvalaveiðu er eisini at síggja inni í Smiðjuni.
Hvalastøðin er ídnaðar- og vinnulívssøgan um Salvesen í Skotlandi, Pf. við Áir, Pf. Sperm og Pf. Hvalarakstur. Tað síðsta virkna felagið á Hvalastøðini var hjá Hermansen-brøðrunum í Hósvík.
Opið er hvønn fríggjadag, leygardag og sunnudag frá 10-17. Byrjað verður nú fríggjadagin tann 29. mai. Opið er til 30. august. Rundvísing verður tríggjar ferðir um dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald