2020-01-18 18:32
Tað gongur rætta vegin at gera nýggjan Hvalbiartunnil. Tað veit Kringvarpið í dag.
- Tað eru nú noraðir tilsamans 1.080 metrar í tunlinum, sigur Dánjal Pauli í Búðini, byggileiðari hjá Articon, við Kringvarpið.
Tað er Articon sum stendur fyri arbeiðnum at gera tunnilin.
Arbeiðið at bora tunnilin byrjaði seint í august, og er nú nakað framman fyri tíðarætlanina, sum sigur at tunnilin skal standa liðugur um tvey ár.
Tunnilin verður 2.542 metrarlangur, og játtanin er 272 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald