Innanlands

Hvalbiartunnilin tikin í nýtslu um vikuskiftið

Leygardagin 8. mai 2021 verður hátíðarhildið, at Hvalbiartunnilin verður tikin alment í nýtslu

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2021-05-05 12:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Dagurin byrjar við Roynhøllina í Hvalba, har boðið verður til morgunmat við rundstykkjum og køku. Eisini verður okkurt søtt til børnini, umframt at hoppiborgir vera á økinum.

Síðani verður farið til tunnilsmunnan, har Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, bera fram røðu.

Hornorkestur spælir til hátíðarhaldið, og áðrenn landsstýrismaðurin klippir snórin, fer hornorkestrið at framføra nýggja tónleikaverkið “Hvalbiartunnilin” eftir Atla Petersen.

Fyrst at koyra ígjøgnum tunnilin verða Betta Eið, ið er 98 ára gomul og elsta kvinna í Hvalba, og Allon Næs, beiggi hennara, ið er 95 ára gamal og er elsti maður í bygdini. Tað verður Allon sjálvur, sum koyrir.


Skráin fyri almenna hátíðarhaldið

  • Kl. 09:00 Leigubussar koyra frá Drelnesi til Roynhøllina í Hvalba.
  • Kl. 09:00 – 11:00 Morgunmatur við Roynhøllina í Hvalba.
  • Bussar koyra frá Roynhøllini til tunnilin.
  • Kl. 11:30 – 12:00 Røður og horntónleikur við tunnilsmunnan Hvalbiarmegin.
  • Kl. 12:00 Allon og Betta koyra ígjøgnum tunnilin.
  • Rennarar og fólk til gongu fara ígjøgnum tunnilin.
  • Bussar koyra gongufólk frá viðarlundini í Trongisvági til Hvalbiar
  • Kl. 12:30 Ellisakfør og motorsúkklur koyra ígjøgnum tunnilin.
  • Kl. 13:00 Tunnilin verður opin fyri almennari ferðslu.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder