Innanlands

Hvalbingar søgdu nei til samanlegging

Tepur meiriluti ímóti. 189 vildu gjarna leggja saman, meðan 220 søgdu nei. Stórur meiriluti fyri í Tvøroyrar kommunu men um úrslitið veðrur tikið til eftirtektar, verður eingin samanlegging í Suðuroy á hesum sinni

Kristin Michelsen sleppur ikki at skriva undir enn. Talan er tó bert um vegleiðandi fólkaatkvøðu

Kristin Michelsen sleppur ikki at skriva undir enn. Talan er tó bert um vegleiðandi fólkaatkvøðu

2024-06-15 23:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Søgulig fólkaatkvøða hevur verið í norðasta parti av Suðuroynni. Borgarar í Tvøroyrar kommunu og í Hvalbiar kommunu sluppu at taka støðu til, hvørs hesar kommunurnar skuldu leggja saman ella ikki.

Áhugin fyri at fara á val í størru kommununi var ikki so stórur. Tó vóru yvir 62 prosent av teimum við valrætti á vali. Ein stórur meiriluti - nærum tríggir fjórðingar vóru fyri.

Hetta hjálpir tó sum so einki, tí ikki nóg stór undirtøka er millum fólk í Hvalba og Sandvík um hetta. 

Ikki tí; heilt nógv vóru á vali í Hvalbiar kommunu í dag, og nógv atkvøddu eisini fyri at leggja saman við stórru kommununi. 93 prosent av teimum við valrætti í Hvalbiar kommunu greiddu atkvøðu í dag, og 189 søgdu ja. Men 220 av teimum 409 fólkunum søgdu nei, og harvið er uppskotið felt.

Óvist er, hvat hetta fer at merkja her og nú. Talan var um vegleiðandi fólkaatkvøðu. Spuriningurin er eisini, um ætlanin er, at leggja uppskot fram um slíkt aftur skjótt. Í øllum førum hevur fólki talað, sum nú er, tó at tað er tepur meiriluti ímóti í Hvalbiar kommunu.

Úrsltiini og valluttøkan síggjast niðanfyri:



Tvøroyri úrslit:
JA til samanlegging:      632, svarandi til 73,7% av teimum sum hava valt
NEI til samanlegging:     222, svarandi til 25,9% av teimum sum hava valt
Ógildigar:                          4, svarandi til  0,4% av teimum sum hava valt

Vælrætt: 1.376
Á valið: 858
Valluttøkan: 62,4%



Hvalba úrslit:
JA til samanlegging: 189, svarandi til 46% av teimum sum hava valt
NEI til samanlegging: 220, svarandi til 54% av teimum sum hava valt

Vælrætt: 
Á valið: 409
Valluttøkan: 93%

Kelda: Tvøroyrar kommuna

Meiriluti var fyri samanlegging í býráðnum á Tvøroyri og í bygdaráðnum í Hvalba.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder