2019-09-28 13:42
Teir fýra grindahvalirnir, sum gjørdu landgongd í morgun eru sleipaðir út á bátadráttin í Sandvík, har teir vórðu skornir upp.
Tommy Olsen, grindaformaður í Sandvík sigur við Útvarpið, at teir ikki verða býttir.
- Tað er ikki nemt at býta fýra hvalir. Tann eini hevði nokkso stóran svull, so avmarkað er, hvat mann kann brúka av honum.
Hóast hvalirnir ikki verða býttir, kunnu fólk, um tey hava áhuga, koma og skera sær burturav.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald