Uttanlands

Hvalurin loftaði tokinum

Bara tokførarin var í tokinum – tokførarin slapp uttan trupulleikar úr sjálvur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-02 15:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein tokførari var heppin, tá hann koyrdi útav við tokinum á De Akkers metrostøðini í niðurlendska býnum Spijkenisse, nærhendis Rotterdam.

Tokið støðgaði ikki, tá tað kom inn á endastøðini og rendi inn í forðingarnar og útav. Hendingin fór fram beint fyri midnátt sunnukvøldið.

Men ístaðin fyri at detta 10 metrar niður í eitt vatn undir tokstøðini, varð tokið loftað. Beint við tokstøðini standa tvær stórar standmyndir, ímyndandi hamarstjølirnar á teimum stórhvalum, og tokið lendaði á aðrari av hesum sveivum.

- Vit royna nú at finna útav, hvussu vit kunnu fáa tokið trygt av aftur hamartjølinum, segði eitt umboð fyri tokstøðina fyri niðurlendskum sjónvarpi í dag.

Tað eydnaðist føraranum á tóma tokinum at sleppa úr tokinum sjálvur. Hann varð fluttur á eitt sjukrahús fyri at kannast fyri snuddir.

Hvalastandmyndin er gjørd av listamanninum Maarten Struijs í 2002. Hann sigur við niðurlendskt sjónvarp, at hann undraðist yvir, at standmyndin ikki brotnaði av tyngdini..

Standmyndin er stoypt í plastikki, og listamaðurin hevði væntað, at plastið eftir 20 ár ikki fór at megna at halda tokinum, skrivar BBC. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder