Innanlands

Hvannasunds kommuna gjørt samstarvsavtalu við MEA

Samstarvsavtalan millum kommununa og MEA - húsið fyri familjumenning fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi

2021-06-02 20:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eisini Hvannasunds kommuna hevur nú gjørt samstarvsavtalu við MEA, og í næstum fara borgararnir í kommununi, at fáa møguleikan at fáa ókeypis foreldraskeið.

– Vit fegnast um at sjóneykan verður sett á familjuna, og at grundvøllurin undir lívinum hjá børnunum í kommununi á hendan hátt kann styrkjast, sigur Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.

Avtalan fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi.

Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, fegnast um at Hvannasunds kommuna er við í samstarvinum, og vísir á, at nú nýggj heimasíða er almenn, er møguligt at tekna seg til ymisku skeiðini, ið stovnurin bjóðar út.

Meiri kann lesast um MEA á heimasíðuni www.mea.fo.

Hvannasunds kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder